Treytir
Við bílegging og keyp av ferðum hjá Adventure.fo eru fylgjandi treytir galdandi, um ikki annað er avtalað ella skrivað í keypsváttanini og/ella ferðaskjølunum.
Galdandi treytir, saman við aðrari kunning í skránni, príslistum, tilboðum, tíðarætlanum, príslistum og øðrum ferðaskjølum eru galdandi ímillum kunda og Adventure.fo.
Allar ferðir, ið Adventure.fo bjóðar, eru skipaðar Adventure.fo í samstarv við staðbundnum fyriskiparum, gistingarhúsum og øðrum fyriskiparum. Í samband við rundferðir á ymisku ferðamálunum kunnu broytingar koma fyri. Ferðaleiðarin hevur heimild at broyta tíðarætlanina.
Tilmelding til eina av ferðum okkara, er bindandi fyri kundan, tá kundin munnliga ella skrivliga hevur kunnað Adventure.fo um at kundin ynskir at bíleggja ferðina. Við síni tilmelding váttar kundin, at hava góðtikið treytirnar fyri ferðina.
Við keyp av eini ferð er veðgjaldið vanliga 33% av samlaða prísinum á ferðini, tó ongantíð minni enn 2.000 kr. fyri hvønn ferðandi. Legg til merkis, at hægri gjøld kunnu vera kravd, um til dømis flogfeløgini krevja veðgjald beinanvegin. Um hetta verður kravt, verður endurgjald ikki veitt, vegna hækkað veðgjald. Er tilmelding minni enn 65 dagar áðrenn fráferð verður fult gjald kravt beinanvegin.
Restgjald
Restgjaldið fyri ferðina eigur at vera goldið í seinasta lagið 65 dagar áðrenn fráferð, um ikki annað er upplýst. Eftir hetta vera atgongumerkir og onnur ferðaskjøl send tær, í seinasta lagið eina viku áðrenn fráferð.
Prísurin á ferðini
Prísurin á eini ferð umfatar veitingar, ið eru galdandi fyri hvørt einstakt ferðamál. Um ikki annað er upplýst, er prísurin á eini ferð fyri eitt vanligt kamar við tveimum einkultseingjum ella einari dupultsong. Eyka sengur eru vanliga ”Klapp-sammen” sengur, eyka madrassur ella líknandi. Eyka gjøld fyri serligar veitingar verða nevnd undir hvørjum einstøkum ferðamálið.
Bíleggingarkostnaður
Tá ávísar ferðir og/ella veitingar verða valdar, til dømis flogferðir, gisting, billeiga ella aðrar veitingar, kann bíleggingarkostnaður koma fyri.
Skattur og avgjøld
Øll skattagjøld og avgjøld, ið verða kravd heimanifrá eru íroknað prísinum á ferðini. Tað kann tó koma fyri at skattagjøld og avgjøld vera kravd á flogvallum ella á ymiskum ferðamálum, ið skulu gjaldast á staðnum. Hetta verður vanliga upplýst við bílegging ella í ferðaskjølunum. Hetta eru útreiðslur, ið kundin ikki fær endurrindað, um eyka gjøld krevjast.
Avtalur um serligar veitingar
Serligar veitingar, so sum serlig kømur, útsýnið av kamarinum, máltíðir og aðrar seravtalur skulu – fyri at vera galdandi – vera merktar í ordraváttanini. Legg til merkis at serlig ynskir sum setur í flogfarinum ikki er nakað, ið kann vera tryggjað. Flogfeløgini vilja ikki tryggja, at setrini, ið eru bíløgd eru tey, ið verða veitt.
Ynski um broytingar
Um ikki annað er avtalað, er hetta galdandi: Eyka veitingar ella aðrar veitingar, ið eru bílagdar seinni enn 65 dagar áðrenn fráferð, verða roknaðar sum avlýsingar og nýggjar bíleggingar. Um so er at talan er um eina pakkaferð, gisting, flogferð ella aðra veiting, ið er merkt við serliga høgum gjøldum í samband við broytingar, so verður hetta gjørt vart við og upplýst, tá bílagt verður. Legg til merkis at vanliga kunnu atgongumerkir ikki broytast eftir fyrstu gjalding.
Avlýsing
Um ikki annað er avtalað, er hetta galdandi: Avlýsir kundin meira enn 65 dagar áðrenn fráferð, verður veðgjaldið (depositum) ikki endurrindað. Avlýsir kundin minni enn 65 dagar áðrenn fráferð, hevur kundin ikki krav um endurrindan yvirhøvur. Um so er at talan er um eina pakkaferð, gisting, flogferð ella aðra veiting, ið er merkt við serliga høgum gjøldum í samband við avlýsing, so verður hetta gjørt vart við og upplýst tá bílagt verður.
Avlýsingartrygging
Viðmælt er at tekna eina sjúkraavlýsingartrygging, ið fevnir um útreiðslur í samband við avlýsing, um so er, at luttøka á ferðini ikki letur seg gera – ella í stóran mun ávirkast av deyða ella sjúku. Talan er um sjúku, ið krevur at ein verður innlagdur, seingjarlegu ella tað , ið kann samanberast við hetta. Um ikki annað er upplýst, so kostar sjúkraavlýsingartryggingin 6% av tí gjaldinum, ið ikki vildi verið møguligt at fingið afturrindað við avlýsing, líka til ferðadag. Um ein ynksir at bíleggja hesa trygging eyka, skal tað gerast saman við skrásetingini og áðrenn veðgjaldið er goldið.
Ferðatrygging
Tað er kundans ábyrgd at syrgja fyri, at hava galdandi pass, innfararloyvi (visa) og neyðugu koppsetingarnar. Somuleiðis er tað kundans ábyrgd at tryggja sær at ferðaskjølini samsvara við tað, ið er bílagt og at tryggja at fornavn- og eftirnavn í ferðaseðlunum, ferðapassum og øðrum ferðaskjølum, samsvarar. Navnið á flogferðaseðlinum skal altíð samsvara við navnið, ið stendur í passinum. Um ikki, kann tað elva til at ein verður burturvístur við innskrivingina.
Adventure.fo tekur onga ábyrgd fyri teimum avleiðingum, ið kunnu standast av skeivt latnum upplýsingum.
Fráfarðingar- og innskrivingartíðir
Tá tað kann koma fyri seg at fráfarðingar- og innskrivingartíðir verða broyttar, verður viðmælt at tú beinanvegin við komu á flogvøllinum spyr teg fyri um fráfarðingar- og innskrivingartíðirnar. Legg til merkis at allar innskrivingartreytir skulu vera upplýstar í ferðaskjølunum.
Serlig kunning um flogferðaseðlar
Um so er, at tú keypir ein av teimum mongu bíligu flogferðaseðlunum, ið eru á marknaðinum, so vilja vit gera vart við at hesir ferðaseðlar aloftast ikki kunnu broytast og/ella afturrindast. Verða slíkir ferðaseðlar samantvinnaðir við øðrum samanhangandi flogferðum, er ofta neyðugt at hesar eru útskrivaðar hvør sær og ikki saman. Sambært almennu reglugerðini um flogferðir, er tað kundin sjálvur, ið hevur ábyrgdina av at koma til tíðina. Hvørki Adventure.fo ella tey flogfeløgini, ið standa fyri flogferðini átaka sær nakra ábyrgd av teimum útreiðslunum, ið kunnu standast av møguligum seinkingum. Umfatar ferðin bert flutning, vilja vit gera vart við at Adventure.fo bert er umboð og átekur sær tí ikki nakra ábyrgd fyri sjálvari ferðini. Adventure.fo átekur sær harvið heldur ongar útreiðslur, ið kunnu standast av villum hjá flutningsfyritøkunum og avtaluni, ið er gjørd. Legg til merkis at í samband við eykaágóðar hjá ymisku feðaskrivstovunum vísa vit á sjálva ferðaskrivstovuna og er tað teirra ábyrgd at gera greitt hvørjar ferðir og hvørji atgongumerkir eru fevnd av eykaágóðum.
Fráferðartíðir í ferðaætlanini
Tíðirnar, ið eru upplýstar í ferðaætlanini eru altíð tíðir á staðnum. Tryggja altíð fráferðartíðirnar í ferðaskjølunum. Um so er, at feilur er í, verður tú biðin um at venda tær til okkum sum skjótast, soleiðis at hetta kann koma í rættlag so skjótt sum gjørligt.
Gistingarhús
Um ikki annað er skrivliga váttað, so verða altjóða gistingarhús reglugerðinar fylgdar og merkir tað at innskriving er eftir miðdag og útskriving áðrenn miðdag. Hædd verður tikin fyri staðbundnum reglugerðum. Vanliga er eingin trupulleiki at keypa innskriving fyrr á degnum og/ella útskriving seinni á degnum. Um so er at hetta er keypt, skal tað síggjast á váttanini.
Pass, innfararloyvi (visa) og koppsetingarnar
Kunning um krøv viðvíkjandi passið, innfararaloyvi (visa) og heilsulig krøv, har undir krøv um koppsetingar ella líknandi, ið skulu vera uppfylt fyri at ferðin kann fremjast, kunnu lesast á heimasíðu okkara. Kunningin hjá Adventure.fo er galdandi fyri ferðandi við føroyskum og donskum passið. Er talan um ein ferðandi, ið ikki hevur føroyskt ella danskt pass, er tað kundin sjálvur, ið hevur ábyrgdina at savna sær kunning um ferðina. Adventure.fo átekur sær onga ábyrgd fyri fylgjum, ið kunnu standast vegna maglandi og/ella skeiva kunning, ið kundin hevur fingið. Legg til merkis at tað kann vera krav at vísa innfararloyvi. Uttanfyri EU-lond er vanligt at passið skal vera galdandi í seks mánaðir eftir heimkomu.
Meira kunning um hetta fæst at vita á heimasíðuni hjá danska Uttanríkisráðnum: https://um.dk/rejse-og-ophold/rejse-til-udlandet/rejsevejledninger.
Víðarisøla av ferðum
At selja ella lata eina av okkara ferðum víðari til annan ferðandi er, vegna veitingar frá undirveitarum, ikki gjørligt.
Frávera og/ella ikki brúktar veitingar
Adventure.fo hevur rætt at krevja fult gjald fyri túrin, um kundin ikki hevur avlýst ferðina og/ella kundin ikki er til tíðina ella á røttum stað, fyri fráferð ella heimkomu. Fær kundin ikki komið við á ferðina orsaka av manglandi skjølum, so sum ferðaskjøl, kvittanir, innfararloyvi (visa) ella líknandi, er hetta eisini galdandi. Um kundin ikki møtir til skipaða flutningin ella á annan hátt ikki nýtir ávísar veitingar, ið eru bílagdar, er ikki møguligt at fáa endurgjald.
Endurgjaldskrav á ferðini
Møgulig endurgjaldskrøv á ferðini, skulu berast fram fyri viðkomandi flogfelagið, gistingarhúsið, umboðið hjá Advenure.fo á staðnum og latin Adventure.fo innan sámiliga tíð eftir at kundin hevur varnast saknin. Hetta, so møguleiki er at loysa brekið/saknin á staðnum og minka sum mest um saknin hjá kundanum. Tú skal tryggja tær, at prógv eru fyri at tú hevur boðað frá, um ikki brekið kann loysast á staðnum, og tú seinni ynskir at krevja endurgjald frá Adventure.fo. Manglandi prógv elva vanliga til at møguleiki ikki er fyri endurgjaldskravið. Krøv um brek/sakn, ið ikki kunnu loysast á staðnum, skulu vera Adventure.fo í hendi innan sámiliga tíð. Um ikki kravið um endurgjald kann loysast á nøktandi tørv, kann tú fara víðari við málinum til viðkomandi myndugleika.
Fyriskiparans ábyrgd
Adventure.fo hevur sum fyriskipari, sambært galdandi lóggávu, krav um at gjøgnumføra tað, ið er lovað á túrinum. Tað fevnir um skránna, príslistan og tað, ið annars er lovað í ferðaskjølunum, útflýggjað frá Adventure.fo. Adventure.fo átekur sær onga ábyrgd av avtalum, ið eru gjørdar ímillum kundan og aðrar ferðaskrivstovur. Adventure.fo átekur sær onga ábyrgd av avlýsingum og/ella broytingum, ið standast av verkføllum, veðurlagsbroytingum ella øðrum viðurskiftum, ið Adventure.fo onga ávirkan hevur á.
Fyriskiparans broytingar/avlýsingar
Adventure.fo átekur sær rættin at fremja neyguðar broytingar, ið standast vegna avbjóðingar við millumlendingum ella líknandi. Um kundin eftir hetta ikki ynskir at luttaka á ferðini, verður inngoldni peningurin afturgoldin, men kundin kann ikki fara víðari við málinum. Adventure.fo kann við 20-daga freist avlýsa eina ferð. Um so er at Adventure.fo ikki kann bjóða eina nøktandi ferð sum samsýning, verður goldni peningurin afturgoldin og tað er ikki møguligt hjá kundanum at søkja um endurgjald.
Prísbroytingar eftir bílegging
Adventure.fo hevur rætt til at broyta prísin, eftir at kundin hevur bílagt eina ferð, um so er at prísbroytingar frá veitarum koma fyri. Tað er eitt nú flutningskostnaðir (brennievnisprísir, skattur, avgjøld ella annað) ella ávís tænastugjøld (flogvallargjøld ella annað). Umframt hetta kunnu gjaldoyrabroytingar koma fyri. Ein møgulig príshækking verður fráboðað kundanum so skjótt sum gjørligt, og í seinasta lagið 20 dagar áðrenn fráferð. Um so er at prísurin á ferðini hækkar við meira enn 10% av samlaða kostanðinum av ferðini, kann kundin venda sær til Adventure.fo, avlýsa ferðina og krevja inngoldnu upphæddina aftur. Um prísurin lækkar seinni enn 20 dagar áðrenn fráferð, kann kundin ikki krevja at prísurin á ferðini verður lækkaður.
Ábyrgdin hjá flogfeløgunum
Luttakandi flogfeløgini átaka sær onga ábyrgd av hendingum, ið kunnu koma fyri, um kundin ikki er staddur umborð á flogfarinum, tá kundin annars átti at verið umborð. Vísandi til treytir um innskrivað viðføri, verður víst til einstøku flogfeløgini.